Vita tit, hvør besti mátin er at byrja eina nýggja lestrarhálvu ella eina nýggja útbúgving? 🤔
Svarið er sjálvandi: at koma við til okkara árliga fimmara + aðalfund 4. sept. kl. 19.00 í Drivhuset í Øresundskollegiet (Dalslandsgade 8D, 2300 København)🤩
Hetta er tín møguleiki sum løgfrøðilesandi - nýggj sum gomul - at møta øðrum føroyingum í somu støðu sum tú, tvørtur um árgangir 👶🏼🤝🏼 👵🏼
Byrja verður við aðalfundi, har møguleiki verður at melda seg inn í nevndina💼
Hevur tú áður røkt ein nevndarsess, ella heldur tú, at orðið 'nevndarlimur' ljóðar intimiderandi? 🫣
Líkamikið, hvørja av hesum boksunum tú kanst krossa av, ivast vit ikki í, at har er eitt pláss í FÚL-nevndini til tín 😉✅
So 'ro på' og kom við í nevndina 🫶🏻
Sum nevndarlimur ert tú við til at skipa fyri sosialum og fakligum tiltøkum, uttanlandsferðum o.ø. Øllum hesum fer sitandi forkvinna, Bjørg, at greiða betur frá til fundin! 🤓
Aðalfundurin tekur einans 5 minuttir - síðani bjóðar FÚL til fimmara við bjór, sodavatn og undirhaldi fyri kvøldið🍻🕺🏼
Tað einasta, tú skalt taka við, er góða lagið – restina syrgja vit fyri 😎
Veitst tú um ein villstan føroying, sum júst er byrjaður á løgfrøði, bjóða teimum so enduliga við. Vit vóna at síggja bæði nýggj og gomul andlit! 🥳🇫🇴